Mentan

Regatta í Sundalagnum fríggjadagin

Hugnaliga regattasiglingin verður fríggjadagin

2018-08-01 21:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjadagin klokkan 16:30 fer ársins regattasigling í Sundalagnum av bakkastokki.

Tá fara bátarnir av Eiði, og kósin verður sett móti Hósvík. Undanfarnu árini hava serliga nógvir bátar luttikið, og eisini fleiri árabátar. Í fjør vóru upp ímóti 150 batar, sum luttóku.

Tá bátarnir koma til Hósvíkar verður døgurði at fáa frá kenda kokkinum Ruben Busk, og í Tónaneystinum  verða Hanus G. Johansen, Elin Súsanna Wiberg Mortensen og Gudmund Mortensen at hoyra. Síðani verður felagssangur við Teitur Midjord og hansara monnum og røða við Ben Arabo.

Á midnátt skipar Hósvíkar Róðrarfelag fyri dansi í Bygdarhúsinum.

Leygardagin fara fleiri av bátunum víðari á Ovastevnu, sum verður hildin í Nólsoy.

Regatta í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

Regatta í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder