Innanlands

Regn og lýggjari veður

Hetta sigur veðurforsøgnin um komandi dagarnar

2019-02-05 11:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

Komandi dagarnir bjóða uppá lýggjari veðri og regni.

Í dag er turt tað mesta av degnum, men í kvøld fer at regna, upp í 1,5 mm avfall. Hann sigur frá frískum vindi til strúkur í vindi av landsynningi, millum 8 og 13 m/s, fram til í kvøld. Síðani veksur hann upp í hvassan vind, millum 14 og 16 m/s. Hitin allan dagin millum 4 og 7 hitastig.

Í morgin regnar tað mesta av degnum, millum 1 og 4,2 mm. Tað verður andøvsgul til frískan vind av útsynningi og vestan, millum 7 og 9 m/s. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 7 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder