Innanlands

Regn tað sum eftir er av degnum

Í morgin er turt, men nógvur vindur

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-02-25 14:54 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í dag er vátt í veðrinum og avfall verður eisini tað mesta sum er eftir av degnum. Veðurforsøgnin sigur frá avfalli millum 0,2 og 0,6mm. Eisini verður sagt frá vaksandi vindi sum dagurin líðir, frá gul til strúkur í vindi av landsynningi, millum 5 og 12 m/s. Hitin veksur úr 7 til 9 hitastig.

Í morgin er turt, men vindferðin er strúkur í vindi til hvassur vindur av suðri og útsynningi, millum 12 og 17 m/s. Hitin millum 8 og 10 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder