Innanlands

Reiðarafelagið hevur stevnt Fiskimálaráðið

Landsstýrið loyvdi í 2016 og 2017 manningunum at sleppa undan at gjalda sín part av rokningini, sigur Reiðarafelagið

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-06-22 14:56 Author image
Oda Strøm
placeholder

Reiðarafelagið stevndi í gjár Fiskimálaráðnum við kravi um, at áseting í grein 7, stk. 2 í lógini um royndaruppboðssøluna er ógildug, skrivar Kringvarpið.

Føroya Rættur skal taka støðu til, um landsstýrið í 2016 og 2017 hevði loyvi til at sleppa manningunum undan at gjalda sín part av rokningini, tá kvotur vórðu keyptar á royndaruppboðssølu.

Reiðarafelagið vil vera við, at henda lógarásetingin er brot á frælsa samráðingarrættin.

Í 2016 varð partur av kvotunum av uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum seldur á royndaruppboðssølu.

Reiðarafelagið sigur í stevningini móti Fiskimálaráðnum sambært Kringvarpinum, at rættindi vórðu seld fyri smáar 60 milliónir krónur. Felagið metir, at við galdandi býtisprosenti hevur uppboðssølulógin fyri 2016 flutt virðir frá reiðaríunum til manningarnar fyri umleið 17,7 milliónir krónur.

Í stevningini vísir Reiðarafelagið á, at í 2017 var støðan eins og støðan í 2016. Tí tekur felagið fyrivarni fyri at víðka sakarkravið til eisini fevna um uppboðssølulógina fyri 2017.

Umframt at vilja hava Fiskimálaráðið at viðurkenna, at grein 7, stk. 2 í uppboðssølulógini frá 2016 skal vera ógildug, krevur Reiðarafelagið í øðrum lagi sambært Kringvarpinum, at Fiskimálaráðið skal viðurkenna, at henda greinin er beinleiðis ognartøkuinntriv í rættindunum hjá reiðarum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder