Innanlands

Reiðarar úr øllum heiminum í Føroyum

Reiðarafelagið fyri Handilsskip var í farnu viku vertur fyri aðalfundinum hjá ICS

Á myndini síggjast: Jens Meinhard Rasmussen, formaður í RFH; Esben Poulsson, formaður í ICS; Guy Platten, aðalskrivari í ICS (Mynd: Vinnuhúsið)

Á myndini síggjast: Jens Meinhard Rasmussen, formaður í RFH; Esben Poulsson, formaður í ICS; Guy Platten, aðalskrivari í ICS (Mynd: Vinnuhúsið)

2019-06-17 14:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

International Chamber of Shipping, ICS, hevði mikudagin og hósdagin í farnu viku aðalfund sín á Hotel Føroyum. Reiðarafelagið fyri Handilsskip var vertur og skipaði í sambandi við aðalfundin eisini fyri ferð út í Tindhólm og undir Sørvágsbjørgini og fyri døgurða á Hotel Hafnia, har eisini landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum Poul Michelsen sýndi ta vælvild at luttaka.

ICS er fremsta altjóða vinnugreinafelagið fyri handilsskipareiðarar og umboðar yvir 80 % av altjóða handilsflotanum. ICS umboðar reiðarar í IMO og í øðrum viðkomandi felagsskapum. Tað er eisini ICS, sum á hvørjum ári ger ta viðurkendu Flag State Performance Table, ið ger upp góðskuna á altjóða skipaskráunum, og har Føroyska Altjóða Skipaskráin liggur millum tær allarbestu.

Vitjanin var stak væleydnað, og Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, fegnast um høvið at vera vertur fyri ICS aðalfundinum 2019. Tað hevur týdning, at vit við at bjóða starvsfeløgum úr øllum heiminum hendavegin vísa, at Føroyar eru eitt framkomið samfelag, sum eisini innan shipping hevur eina nútímans og kappingarføra vinnu og eitt regluverk á altjóða støði, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder