Innanlands

Reiðari stillar upp

Hans Andrias Kelduberg, reiðari og forstjóri í Thor samtakinum stillar upp fyri Fólkaflokkin

Hans Andrias Kelduberg (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Hans Andrias Kelduberg (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-07-09 09:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hans Andrias Kelduberg, sum er reiðari og forstjóri í Thor samtakinum stillar upp til løgtingsvalið fyri Fólkaflokkin. Hesum boðar flokkurin frá.

- Hann er 50 ára gamal og útbúgvin skipari av Føroya Sjómanskúla. Hans Andrias keypti sær skip sum 22 ára gamal og hevur verið skipari, reiðari og forstjóri í THOR samtakinum í sløk 30 ár. Hann hevur myndað nýðhugsan innan hesar vinnugreinir og tora at traðkað fram, tá tað hevur verið brúk fyri hansara hugsan í samfelagnum, skrivar Fókaflokkurin í fráboðanini.

Hans Andrias er ættaður úr Hósvík, er búsitandi í Hoyvík og er giftur við Súsonnu, ið er ættað úr Nólsoy. Súsanna er útbúgvin speditørur og starvast eisini hjá Thor. Tey eiga fimm børn.

- Ein stemma til mín, gevur aftursvar til skilagóðan politikk fyri Føroya land, sigur Hans Andrias Kelduberg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder