Innanlands

Reiley komin í finaluumfari - skal á pallin enn einaferð

Atkvøðugreiðslan byrjar nú umaftur og ein vinnari av danska Melodi Grand Prixnum skal finnast

(Mynd: Agnete Schlichtkrull / DR)

(Mynd: Agnete Schlichtkrull / DR)

2023-02-11 20:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir stórar tekniskar trupulleikar varð tað fyri løtu síðani kunngjørt hvørji trý løg komu víðari til finaluumfari í danska Melodi Grand Prixnum, sum verður sent á DR1.

Og til stóra gleði fyri føroyingar var Reiley við lagnum “Breaking my Heart” millum teir tríggjar sum komu víðari.

Nú byrjar atkvøðugreiðslan umaftur og eitt danskt umboð skal finnast til stóru Eurovision kappingina, sum verður í Liverpool í mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder