Innanlands

Reiley skal mótprógva veddingarfyritøkunum

Klokkan 20 fer seinna hálvfinalan í Eurovision av bakkastokki. Reiley verður fyrstur á palli

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-05-11 14:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rani Petersen úr Havn fer í kvøld á pall sum danskt umboð í seinnu hálvfinaluni í Eurovision, sum í hesum døgum er í bretska býnum Liverpool.

Tað var í februar, at hann undir navninum Reiley vann danska Melodi Grand Prix við lagnum "Breaking my Heart", og hann skal nú royna seg í altjóða tónleikakappingini.

Reiley verður fyrstur á palli.

Ikki síðani 2019 er tað eydnast Danmark at syngja seg í stóru finaluna í Eurovision, og sambært veddingarfyritøkunum verður tað heldur ikki í ár.

Á heimasíðuni Eurovisionworld.com verða oddsini frá einari rúgvu av veddingarfyritøkum sett saman. Her liggja Danmark og Reiley á tólvta plássið við 42 prosent møguleika at koma víðari. Ovast á listanum at koma víðari er Eysturríki.

16 lond kappaðust í fyrru hálvfinaluni týskvøldið um 10 finalupláss, og í kvøld eru tað so 16 onnur lond, sum fara at kappast um 10 finalupláss.

Frammaundan er greitt at Ukraina og sonevndu "Big-5" Týskland, Spania, Frakland, Italia og Bretland eru við í finaluni.

Sambært reglunum í sangkappingini kunnu fólk, sum eru stødd í Føroyum ella í Danmark, ikki atkvøða fyri Reiley, sum umboðar Danmark í Eurovision.

Kringvarpið sendir hálvfinaluna í kvøld, og byrjað verður klokkan 20. Gunnar Nolsøe og Siri Súsonnudóttir Hansen verða viðmerkjarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder