Mentan

Reinsaríið yvirtekur tónleikakappingina Sement

Hetta hevur við sær, at fleiri broytingar verða til Sement 2021 í vár, m.a. verður einki aldursmark, og trý tey bestu vinna tíð í studio

Tamara Mneney vann Sement 2020 (Savnsmynd)

Tamara Mneney vann Sement 2020 (Savnsmynd)

2021-01-30 10:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Higartil hevur Margarinfabrikkin staðið fyri Sement, men nú verður tað Reinsaríið, sum fær ábyrgdina av árligu tónleikakappingini. Hetta merkir m.a. at tað verða broytingar til Sement 2021.

Starvsfólkini á Reinsarínum eru longu farin í holt við at fyrireika Sementkappingina, sum í ár verður í apríl/mai.

Í tíðindaskrivi boðar Reinsaríið frá, at tey fara at gera nakrar broytingar í mun til undanfarnu kappingarnar.

Longu nú verður avdúkað, at tað framyvir einki aldursmark verður.

– Øll eru vælkomin at luttaka. Eisini tey, sum hava verið við á útgávum og liva av tónleiki. Og har er tankin at vit lata dyrnar upp fyri bæði teimum royndu og minni royndu tónleikarunum í Føroyum, sigur Bogi Andreasen, samskipari.

Eisini hava fyrireikarir gjørt avtalu við bæði G! Festivalin og Summarfestivalin um, at báðir festivalar fara at hava umboð á staðnum, so møguleiki er at bjóðu luttakarum at framføra á teirra festivali.

Eisini er avgerð tikin um, at nummar eitt, tvey og trý vinna tíð í studio.

Sambært Boga Andreasen verða leypandi fleiri avdúkingar afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder