Seinnapartin var lítið hátíðarhald og reisigildi í Hans Andriaseargøtu 5 í sambandi við bygging av tveimum vøggustovum við tilhoyrandi vognskúrum og parkeringsøki.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, greiddi frá, at tað var í oktober í 2021, at stórt hátíðarhald var við dagstovnin, sum tá lá við Landavegin, men sum tá broytti adressu til Hans Andriasargøtu 5.
- Her var tørvur á eini útbygging og býráðið tók av fleiri orsøkum avgerð um at biða Articon taka sær av hesum arbeiðnum. Persónliga meti eg, at tann avgerðin vísir, at tað viðhvørt er avgerandi neyðugt at taka skjótar avgerðir her og nú.
- Tí hetta er ein sólskinssøga. Arbeiðið hevur gingið sera væl og tíðarætlanin heldur. Arbeiðið verður alt avhendað kommununi tann 15. september.
- Sum sagt er talan um tvær vøggustovur – tilbygningurin er tilsamans 357 fermetrar til støddar.
- Heildararbeiðstakari hevur sum nevnt verið Articon, elarbeiðið er gjørt av EL.fo, málaraarbeiðið hevur Ransin gjørt, Renovent hevur gjørt HVS- og ventialtiónsarbeiðið, og gólvið tekur Gólvfix við Sigurdi Hentze sær av.
- Eg fari at takka Articon og øllum undirarbeiðstakarunum hjartaliga fyri vælgjørt arbeiði.
- Síðan fari eg at ynskja okkum øllum hjartaliga tillukku við reisigildinum. Vit gleða okkum til avhendingina tann 15. September, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari røðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald