Innanlands

Reisigildi við Broncks

10 íbúðir vóru reistar í dag. Tær skulu vera klárar næsta summar

(Mynd: J&K Petersen)

(Mynd: J&K Petersen)

2025-06-20 18:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Frá fongsul til íbúðir. Fongslið á gomlu politistøðini í Jónas Broncks gøtu varð niðurbrotið tíðliga í ár fyri at gera økið byggiklárt til 10 íbúðir. Í dag varð so reist fyri teimum 10 íbúðunum, sum fara at prýða økið framyvir

Talan er um fimm eindir, har tvær íbúðir verða í hvørjari eind. Tað hevur gingið stak væl við byggingini higartil, og í næstum verður farin undir at inniloka íbúðirnar, og verður tað liðugt áðrenn ólavsøku, sigur J&K Petersen, sum byggir íbúðirnar.

Allar tíggju íbúðirnar skulu standa klárar til summar komandi ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder