Innanlands

Reisigildið við Sandin í Vági

Næmingaheimið til Ítróttaháskúlan í Vági fer at hava 24 kømur og verður eftir ætlan liðugt seint seinasta summar

(Mynd: vagur.fo)

(Mynd: vagur.fo)

2020-01-08 11:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin í gjár varð Merkið vundið í húnarhátt við Sandin, har nýggja næmingaheimið til Ítróttaháskúlan í Suðuroy nú er reist.

- Ítróttaháskúlin er ein ótrúlig sólskinssøga bæði fyri nærumhvørvið í Suðuroynni og fyri alt landið, og nú karmarnir hjá Ítróttaháskúlanum verða enn betur, so er eisini grundarlag skapt fyri at enn fleiri næmingar kunnu koma til Vágs á ítróttaháskúla og fáa upplivingar fyri lívið.

Hetta sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, við heimasíðuna hjá kommununi, ið skrivar at í næmingabústaðinum verða 24 kømur, sum eru ætlaði til tveir ella tríggjar næmingar, alt eftir hvør aldursbólkurin er. Harumframt verður eisini stórur matarsalur, arbeiðsrúm til næmingar, uppihaldsrúm, skrivstova, køkur o.s.fr.

Tað er Bústaðir, sum letur næmingaheimið byggjað, og byggifyritøkan Norcon byggir næmingaheimið. Ætlanin er, at næmingaheimi skal standa liðugt seint komandi summar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder