
Tað er neyðugt at umhugsa alla almennu skipanina innan fyri gransking, menning og nýskapan, sigur rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Martin Tvede Zachariasen.
Í frágreiðing hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan stendur, at níggju almennir granskingarstovnar eru aftrat Setrinum, og teir liggja undir fimm ymiskum aðalráðnum.
Men rektarin á Setrinum heldur, at alt granskingarvirksemi hjá tí almenna formliga eigur at vera knýtt at Setrinum.
– Vit mugu hava felags stuðulsskipanir og fyrisitingar; vit mugu samstarva um felags infrakervi, starvsstovur osfr; vit mugu brúka teir fáu granskarar, sum við hava, best møguligt og samstarva nógv betri, sigur hann í grein á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetri Føroya.
– Eg eri sannførdur um, at vit samfelagsliga, granskingarliga og útbúgvingarliga kunnu fáa nógv meira burturúr við at hyggja kritiskt eftir sundurálaða granskingarøkinum, sum er lítið frammanundan.
– Fyri einstaka granskaran, sum í verandi bygnaði stendur rættiliga einsamallur við øllum, hevði ein styrktur og nógv meira samansjóðaður bygnaður eisini verið til stóran bata og íblástur, sigur rektarin á Fróðskaparsetrinum.
– Tað er ikki undarligt, um granskarar á lítlu stovnunum ikki fáa tíðina at røkka. Við at miðsavna partar av fyrisitingini, kunnu vit lætta um tungu byrðuna hjá teimum at søkja um fígging frá altjóða granskingargrunnum, og við at fáa granskararnar nærri okkum, kunnu teir t.d. eisini fáa hjálp frá ph.d.lesandi til at skriva vísindaligar greinar um granskingina, so hon kemur so víða út sum gjørligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald