2018-12-29 09:17
Beint fyri klokkan 01.00 í nátt rendi ungur maður á vil við prutli. Hendingin fór fram í Klaksvík.
Vakthavandi á løgreglustøðini boðar frá, at ungi maðurin var sendur á sjúkrahúsið, men at tey ikki kunnu siga um hann var illa fyri.
Greitt verður eisini frá, at nú verður kannað, um prutlið var lógligt ella ikki. Maðurin, sum koyrdi prutlið tók eisini blóðroynd, og tað merkir at illgruni hevur verið um, at hann var ávirkaður, men at hettar tó ikki merkir, at hann hevur blást í alkoholmetrið.
- Tað kann eisini bara merkja, at illgruni er um at hann er ávirkaður á onkran hátt, greiðir vakthavandi frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald