Innanlands

Rendi á og rýmdi

Fólk eiga altíð at siga frá

2019-01-09 09:13 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein bileigari í Vági var út fyri tí keðiliga í gjár, at onkur rendi á bil sín. Men hvat verri er, er at tann sum rendi á ikki segði frá.

Bilurin fekk ikki stóran skaða, tó at nakrar skøvur komu á bilin.

Týdningarmikið er, at fólk siga frá, at rent verður á. Tryggingin eigur at verða fráboðað í slíkum førum, so at tryggingin kann taka við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder