
Hósmorgunin var eitt ferðsluóhapp í Saltangará, har onkur rendi á ein parkeraðan bil og rýmdi av staðnum uttan at boða frá.
Bilurin stóð parkeraður uttan fyri pitsamatstovuna Farhat’sa, og tá eigarin kom aftur til bilin, varnaðist hann, at bilurin hevði fingið stóran skaða eftir vinstru síðu, serliga eftir frampartinum á bilinum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at óhappið er hent í gjár millum klokkan 9.30 og 10.30, og um onkur hevur sæð okkurt, sum kann hjálpa teimum at finna bilføraran, sum rendi á, vilja tey fegin frætta frá fólki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald