Innanlands

Rendi á seyð við motorsúkklu

Førarin fekk ikki nógvan skaða, men seyðurin doyði

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-06-16 10:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan trý korter til sjey í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið við Mjáuvøtn í Streymoynni.

Talan var um ein mann á motorsúkklu, sum rendi á ein seyð.

Førarin fekk ikki nógvan skaða, men seyðurin doyði, sigur løgreglan.

Tað var eitt eygnavitni, sum boðaði løgregluni frá óhappinum.

Í nátt hevur løgreglan eisini verið úti við lasaranum millum Fjarða at kanna ferðsluna, og har vórðu fimm mál skrivað.

Ein førari fekk treytaða frádøming av koyrikortinum, og tveir fingu klipp í koyrikortið. Hinir báðir fingu koyriforboð, og sambært KVF var talan um ungar og nýggjar førarar, sum koyrdu ávikavíst 105 og 106 km/t. Teir skulu nú upp til nýggja koyriroynd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder