2022-04-29 18:42
Eysturkommunu Tónlistaskúli hevur fingið eina serstaka gávu, nevniliga ein lutt, sum er eitt renessansu-streingjaljóðføri.
Tann gávumildi gevarin er ein kvinna í Svøríki.
Framsýningarkonsert verður í býráðshúsinum í Norðragøtu mánakvøldið 2. mai kl. 19, har tónlistalærarin, Bo Isholm, spælir á luttin og greiðir frá, hvussu hann endaði í Føroyum, hvussu hann skal nýtast í Tónlistaskúlanum í Leirvík og Gøtu, og hvat hetta í roynd og veru er fyri eitt ljóðføri.
Síðani verður lutturin formliga handaður Tónlistaskúlanum í Eysturkommunu.
Tað er ókeypis atgongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald