Innanlands

Renna eftir okkara ruski í kolandi stormi uttan at nakar gevur sær far um tað

- Ruskinnsavnararnir hava stórt rós uppiborið, heldur Thilda Gaardlykke í Miðvági

Mynd: Thilda Gaardlykke

Mynd: Thilda Gaardlykke

2019-01-08 12:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Ein dag sum í dag, har tað er kolandi stormur, regn og ísakalt, eru teir úti til arbeiðis, renna hús í hús eftir okkara skrelli, uttan at nakar sum so, gevur sær far um tað. 

- Stóra takk skullu tit hava, fyri at tit eru so álítandi. Tit fáa mína stemmu, um okkurt eitur ársins arbeiðsjarn.

Hetta herðaklappi skrivaði Thilda Gaardlykke í Miðvági á Facebook til ruskinnsavnararnar, sum í illfýsna veðrinum í gjár arbeiddu úti.

- Nú verður nógv snakkað um hvør skal fáa heiðurin sum ársins stjóri, ársins leiðari, ársins leikari osf. Síður verða skrivaðar upp og niður í miðlunum, um hvussu gott øll hesi hava gjørt tað. Men ein fakbólkur sum ongantíð verður nevndur, sum ársins nakað, eru skrellimenninir, heldur hon.

- Stórt rós uppiborið, skrivar Thilda Gaardlykke.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder