Innanlands

Rentan er metlág og landskassin fær ágóðan

Landið kann tryggja sær eina lága rentu í fleiri ár, um landsstýrið tekur fleiri langfreistað lán, metir Landsbanki Føroya

2019-03-18 10:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Rentan, sum Føroyar rinda í sambandi við lántøku, er minkað nógv seinastu átta árini. Landið kann tryggja sær eina lága rentu í fleiri ár, um landsstýrið tekur fleiri langfreistað lán.

Í 2011 var rentan av lánsbrævaskuldini hjá landskassanum í miðal 3,037%. Í 2018 rindaði landskassin bara ein triðing 1,068% í miðal í rentu av sínum lánum á 4,6 mia. kr. (Mynd 1). So nógv er rentan minkað, at lánsútreiðslurnar hjá landskassanum eru góðar 90 milliónir krónur minni, enn um rentan var á sama støði sum í 2011, og um skuldin eisini var tann sama.

Nú rentan er metlág er hetta eitt gylt høvi hjá landinum at taka langfreistað lán – tað eru lán, sum hava langa afturgjaldstíð. Hetta hevði tryggjað eina lága rentu, og harvið lágar lánsútreiðslur í nógv ár. Í løtuni eru lánini hjá landskassanum stuttfreistað, sum hevur við sær, at landið oftari skal út at endurfíggja, skrivar Landsbanki Føroya í nýggjari frágreiðing.

Hóast stuttu lánini eru bíligari, kann hetta sum frá líður hava størri váða og størri lánsútreiðslur við sær. Hetta vísir Moody’s eisini á í seinastu kredittmetingini.

[object Object]

Stóra rentuminkingin seinastu árini er millum annað úrslit av lágum búskaparligum virksemi í evrulondunum (tey, sum brúka evru sum gjaldoyra), og at fleiri evrulond hava lutfalsliga stóra skuld.

Evropeiski miðbankin ECB heldur rentustøðinum niðri fyri at stimbra virksemið í evrulondunum og fyri at lætta um skuldarbyrðuna hjá mest skuldartyngdu evru­londunum. ECB hevur keypt lánsbrøv fyri stórar upphæddir. Hetta hevur økt um pengamongdina á evrumarknaðinum seinastu árini og soleiðis verður rentan trýst niður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder