Mentan

Requiem hjá Fauré í Fuglafjarðar kirkju 2. páskakvøld

Borgfríð Fonsdal Johannesen og Sámal Matras Kristiansen syngja solosatsirnar í framførsluni hjá Furlafjarðar sangkóri

2022-04-17 10:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

2. páskakvøld klokkan 19 verður høvi at hoyra "Requiem" hjá franska tónaskaldinum Gabriel Fauré í Fuglafjarðar kirkju. Fuglafjarðar sangkór byrjaði at venja hetta verk í 2021, men vegna farsótt varð verkætlanin útsett.

"Requiem" merkir deyðsmessa, og Fauré'sa er eitt hitt kendasta og best umtókta Requiem. Mæta franska tónaskaldið Gabriel Fauré var "seinromantikari" við sterkari ávirkan frá "impressionismuni", og "Requiem" er sett saman av sjey framúr satsum, ið teljast millum teir vakrasta frá aldarskiftinum.

Tað sigst, at Fauré skrivaði sítt "Requiem" til foreldur síni, ið doyðu ávikavist í 1885 og 1887. Hann útgav tað í fleiri umførum, men ikki fyrr enn í 1900 fekk tað sítt endaliga skap. Leingi er tað, ið væl skal vera.

Umframt kór eru eisini tveir solosatsir. Borgfríð Fonsdal Johannesen syngur sopransolo og Sámal Matras Kristiansen syngur barytonsolo. Harumframt er ein solistakvartett í einum satsi.

Kórleiðari er Heðin Kambsdal og klaverfylgispælið eigur Jonhard Eliasen.

Requiem varar einans góðan hálvan tíma, og tí endar Fuglafjarðar sangkór konsertina við "Cantique de Jean Racine", eisini eftir Gabriel Faure. Her hevur Jákup Tórgarð klaverfylgispæl.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder