Tryggingarfelagið LÍV hevur gjørt nýggja tvey ára stuðulsavtalu við bjargingarbátin Rescue LÍV, sum Landsfelagið fyri Bjargingarfeløg (LFB) eigur. Við nýggju avtaluni er LÍV framvegis høvuðsstuðul hjá Rescue LÍV.
Stuðuls- og samstarvsavtalan hevur til endamáls at stuðla virkseminum hjá bjarginarbátinum Rescue LÍV og tryggja, at raksturin av bátinum er í tryggari legu.
- Sum Lívstryggingarfelag vilja vit ganga á odda og stuðla virksemi, ið kann fyribyrgja vandastøðum. Rescue LÍV loysir eina týdningarmikla uppgávu, ið knýtir seg at einum av kjarnuvirkseminum hjá Tryggingarfelagnum LÍV, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.
- Vit fegnast um, at Tryggingarfelagið LÍV sær virðið í Rescue LÍV. Tað hevur týdning, at karmarnir rundan um Rescue LÍV eru í lagi, við nýggju stuðulsavtaluni hava vit vissu fyri, at raksturin er í tryggum hondum, tí hvørja ferð boð verða send eftir bátinum, stendur ein ósjálvsøkin manning klár at traðka til, sigur Jens Hansen, umsjónarmaður á Rescue LÍV.
LÍV hevur verið høvuðsstuðul hjá Rescue LÍV síðani báturin varð keyptur í 2008. Nýggja avtalan er fyri árini 2019 og 2020.
- Tryggingarfelagið LÍV og Resque LÍV
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald