Innanlands

Rescue Vón sleipaði útróðrarbát til Eiðis

Motorurin á bátinum var steðgaður upp, og tí vóru boð send eftir bjargingarbáti seinnapartin

2019-02-04 20:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan hálvgum fimm seinnapartin fekk MRCC boð um, at motorurin á einum útróðrarbáti var steðgaður upp, og hevði báturin tí brúk fyri hjálp.

Útróðrarbáturin var staddur millum Risan og Tjørnuvíksstakkin.

Rescue Vón var á staðnum klokkan 16.50, og gott ein tíma seinni hevði Rescue Vón sleipað bátin til Eiðis, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder