2019-01-17 07:59
Í farnu viku vóru sprongdir 143 metrar í Eysturoyartunlinum. Nú eru sprongdir 9.058 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum, svarandi til umleið 80 prosent av tunlinum.
109 metrar vóru sprongdir frá Hvítanesi, og í alt eru nú sprongdir 4.394 metrar frá Streymoyarlandinum, skrivar P/F Eystur- og Sandoyartunlar.
Einki var sprongt av sjálvum tunlinum millum rundkoyringina og Hvítanes. Á hesum teininum eru sprongdir 1.554 metrar. Sprongt hevur verið fyri einum pumpubrunni.
Í seinastu viku vóru sprongdir 34 metrar millum rundkoyringina og Rókina. Har eru í alt sprongdir 1.485 metrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald