Fríggjadagin í farnu viku varð trummusláarin í ameirkanska rockbólkinum Foo Fighters, Taylor Hawkins, funnin deyður á hotelkamari sínum.
Í kjalarvørrinum á hesum sorgarleikinumnhevur bólkurin avlýst allar komandi konsertirnar á konsertferð teirra.
Eftir ætlan skuldi Foo Fighters annars spæla bæði í USA og Evropa, m.a. skuldu konsertir vera í London og Berlin í juni.
Foo Fighters skuldu eftir ætlan framføra á festivalinum Estéreo Picnic í kolumbiska høvuðsstaðnum Bogotá fríggjakvøldið.
Taylor Hawkins var 50 ára gamal, tá hann doyði. Kanningar hava víst, at m.a. marijuana og heilivágur móti tunglyndi og angist vóru í kroppinum á honum.
Náttina til mánadagin verða ársins Grammy virðislønir handaðar, og Foo Fighters eru tilnevndir til fleiri virðislønir. Tað er tó ikki greitt, um bólkurin fer at luttaka á hesum tiltakinum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald