Revsilógin er nú føroyskað og tillagað til føroysk viðurskifti. Umleið helmingurin av revsilógini er nú føroyskað. Samstundis eru neyðugar dagføringar og tillagingar til føroysk viðurskiftini eisini gjørdar.
Fyrr í vikuni samtykti eitt einmælt Løgting at broyta kapittul 14 -19 í revsilógini.
Hesir kapitlar fevna um hesi brotsverk:
Kapittul 14: Brotsverk ímóti almennum myndugleikum o.a.
Kapittul 15: Brotsverk ímóti landaskili og friði.
Kapittul 16: Brotsverk í tænastu ella starvi hjá tí almenna o.a.
Kapittul 17: Følsk frágreiðing og følsk ákæra.
Kapittul 18: Brotsverk viðvíkjandi gjaldsmiðlum.
Kapittul 19: Skjalafalsan.
Broytingarnar hava millum annað við sær, at persónar í almennum starvi verða betri vard móti harðskapi og hóttanum, skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðuni.
Eisini er ásett, at tá ið revsing skal ásetast fyri at geva almennum myndugleika ósannar upplýsingar, við tilætlan um, at ein ósekur harvið verður skuldsettur ella dømdur, skal dentur leggjast á hesi viðurskifti:
- hvat sermerkir tey revsiverdu viðurskiftini, sum skeivu upplýsingarnar snúgva seg um
- á umstøðurnar, tá ið upplýsingarnir vórðu givnir
- og á ta eyðmýking, sum er knýtt at tí at lata upplýsingarnar.
Aðrar høvuðsbroytingar eru hesar:
- Ásetingin um revsing fyri at sleppa sær undan hertænastu verður strikað.
- Ásetingin um píning verður víðkað til eisini at fevna um persónar, sum bera brek.
- Ein nýggj áseting um at hvítvaska pening verður sett inn í revsilógina.
Arbeiðið at týða og dagføra revsilógina er gjørt í samstarvi við Málráðið, sum hevur vegleitt í sambandi við málsligum ivamálum, og Revsirættarliga Ráðið, sum í høvuðsheitum hevur viðgjørt løgfrøðiliga innihaldið.
Arbeiðið at føroyska og dagføra alla revsilógina verður væntandi liðugt í 2021/22.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald