Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri í Danmark, boðaði í dag frá, at fólkatingsval verður grundarlógardagin 5. juni.
Lars Løkke segði í fráboðanini, at hann vónaði at fólkið fór at vísa honum sama álit sum fyri fýra árum síðani og lata hann halda fram sum stjórnarleiðara.
Men nýggjasta kanningin, sum Megafon hevur gjørt fyri TV2, vísir, at so verður ikki. Kanningin vísir, at reyði blokkur, sum Mette Frederiksen, forkvinna hjá Sosialdemokratunum, stendur á odda fyri, fær 90 av teimum 179 fólkatingssessunum. Blái blokkur við Lars Løkke Rasmussen og Vinstra á odda fáa 74 sessir.
Seinastu 15 sessirnir verða býttir til Alternativi við 6 sessum, nýggja flokkinum Stram Kurs við 5 sessum, og seinastu fýra sessirnir eru teir, sum grønlendsku og føroysku umboðini eiga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald