Mentan

Reyði Tráðurin: Nýtt staklag frá Eli Tausen á Lava

Tað hevur ljóðað í kirkjum og konserthøllum frá Íslandi til Sibiria og er eitt av hansara mest framførdu verkum

(Mynd: Edwina Hay)

(Mynd: Edwina Hay)

2025-03-15 10:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eftir trý ár hevur tónaskaldið Eli Tausen á Lava givið út eitt nýtt staklag.

'Reyði Tráðurin' er eitt av hansara mest framførdu verkum. Tað hevur ljóðað í kirkjum og konserthøllum frá Íslandi til Sibiria. Verkið varð skrivað í 2021 og frumframført sama ár av svenska organistinum Robert Bennesh á tónleikafestivalinum Lund Contemporary. Beinanvegin vakti 'Reyði Tráðurin' ans ímillum bæði tónleikarar og áhoyrarar.

Verkið bleiv veruliga útbreitt tá Eli Tausen á Lava gjørdist finalistur í russisku tónasmíðskappingini "Organ Taurida - New Classics" seinni sama ár. Eftir hetta varð 'Reyði Tráðurin' framførdur kring alt Russland og Belarus, meðan hann eisini hoyrdist alsamt oftari í Norðurlondum.

Eli Tausen á Lava hugleiðir um verkið:

- Vit hava øll ein reyðan tráð í lívinum. Okkurt, sum gevur tilveruni meining og førir okkum fram eftir okkara lagnuleið. Hans Christian Andersen skrivaði einaferð, at trúgv var hansara reyði tráður — ein ósjónlig megi, sum vegleiddi hann í øllum hann gjørdi. Fyri meg er tað tónleikurin. 'Reyði Tráðurin' er ein innbjóðing til at spyrja teg sjálvan, "Hvat er mín reyði tráður?"

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder