2019-12-08 12:42
Í gjár skipaði Norðurjól í Klaksvík fyri kappingini "Føroya besta skerpikjøt".
Tá atkvøðurnar vórðu taldar, varð tað Richard Sørensen av Viðareiði, sum varð kósin vinnari.
Richard fekk ein check frá BankNordik, sum hevur stuðlað tiltakinum.
Nógv høvdu latið kjøt til kappingina um besta kjøtið, og heili 5000 krónur komu inn frá søluni, sum aftur í ár fer óskerdur til eitt vælgerandi endamál. Í ár fór peningurin til Barnaheimið.
Í hesum sambandi vóru starvsfólk frá Barnaheiminum eisini komin til Klaksvíkar at taka ímóti peninginum, og vóru tey sera fegin um gávuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald