Innanlands

Rigga til stóru bátastevnuna í Vestmanna

Eitt nýtt ættarlið av ungum monnum hjálpti til at leggja brúgvar, siga fyriskipararnir. Bátastevnan verður næsta vikuskiftið

(Mynd: Jan Haldansen)

(Mynd: Jan Haldansen)

2023-05-12 08:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vestmenningar rigga í hesum til stóru bátastevnuna, sum verður næsta leygardag.

- Tað gekk bara avbera væl at leggja brúgvar út og at reisa tjaldið. Ein nýggj generatión av ungum monnum stóð fyri brúgvunum og tað riggaði bara avbera væl, skrivar Jan Haldansen á bólkinum "Vestmenningur" á Facebook.

Stóra tjaldið bleiv innilokað, og nú er bert dansigólv og vatnið á brúnum eftir.

- Tað var stuttligt at síggja so nógv hjálparfólk, eisini nýggjar tilflytarar. Hetta ætla vit at fáa frá hondini leygarmorgunin klokkan 10, skrivar Jan Haldansen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder