Innanlands

Rigmor Dam á Fólkating næstu vikuna

Tekur sæti á Fólkatingi fyri Sjúrð Skaale. Hetta er fyrstu ferð at Rigmor Dam tekur sæti á Fólkatingi

2019-02-28 09:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri løtu síðani varð útskiftingin í fólkatingsmanningini hjá Javnaðarflokkinum formliga góðkend í fólkatingssalinum, og Rigmor Dam tekur sæti fyri Sjúrð Skaale komandi vikuna.

Tað boðar Javnaðarflokkurin frá fyrrapartin.

Rigmor Dam hevur drúgvar royndir í føroyskum politikki sum bæði løgtings- og landsstýriskvinna. Hon varð fyrstu ferð vald inn á ting í 2011, men hetta er fyrstu ferð, at hon tekur sæti á Fólkatingi.

- Tað er hent ein rúgva av viðkomandi tingum á Fólkatingi, meðan Javnaðarflokkurin hevur havt sæti. So seint sum í gjár hoyrdu vit, at danska stjórnin tekur enn fleiri stig fyri at økja kunnleikan hjá dønum um Føroyar og ríkisfelagsskapin sum heild. So hetta er ein spennandi avbjóðing, sigur hon.

Rigmor Dam skal millum annað luttaka í viðgerðini av uppskoti um lógarkravdar upplýsingar í sambandi við peningaflytingar í bankastovnum í morgin, fríggjadagin, umframt ein fund um sama mál í Føroya- og Grønlands-nevndini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder