Rigmor Dam fekk orðið á tingsins røðarapalli fyri lítlari løtu síðani. Møguleiki var fyri, at hon fór at leggja frá sær. Tann kvinnan, ið hevur verið umrødd seinastu tímarnar, var týðiliga ávirkað av støðuni og heldur rørd. Men hon greiddi róliga frá, hvussu hon hevur upplivað tilgongdina við Glasi og játtanunum, og staðfesti at hon ikki ætlar at leggja frá sær.
Rigmor Dam segði seg tó taka fulla ábyrgd av játtanunum, og segði at hon eftir bestu sannføring hevur roynt at fyrisitið og umsiti álitið á seg so væl sum møguligt.
Millum annað var hon inni á, at hon hevði fingið regluligar frágreiðingar frá Landsverk í tilgongdini, at álit var á Landsverk, eftirlit varð ført av arbeiðnum og løgtingið varð altíð kunnað í góðari tíð.
Fráboðan um meirnýstslu í samband við byggingina kom 23. oktober, og sambært Rigmor eru røttu stigini tikin av Mentamálaráðnum síðani. Men hon heitti tó á løgtingið um at seta eina kanning í verk av henni og Mentamálaraáðnum fyri at staðfesta, at tilgongdin hevur verið í lagi.
Viðgerðin av misálitinum heldur fram. Løgmaður Aksel V. Johannesen hevur nú biðið um orðið.
Innanlands
Rigmor: Eg ætli ikki at leggja frá mær
Landstýriskvinnan í Mentamálum tók ábyrgd á røðarapallinum, men valdi ikki at siga seg úr embætinum
(Mynd: Sverri Egholm)
2018-12-20 02:37
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald