
Ríkisfundur millum Aksel V. Johannesen, Jens-Frederik Nielsen og Mette Frederiksen hevur verið úti í Tindhólmi í dag.
Ríkisfundurin er vanliga ein óformellur millum teir tríggjar stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum uttan embætisfólk og uttan at fundarfrágreiðing verður skrivað.
Tí er tað lítið, sum kemur alment fram um, hvat stjórnarleiðararnir eru komnir fram til á hesum fundinum.
Í morgin verður fundur í samstarvsráðnum í Tinganesi. Á hesum fundinum eru fleiri landsstýrisfólk og ministarar við, og verður hildin á meira formellum støði.
Eftir fundin verður tíðindafundur, har fjølmiðlarnir væntandi fáa høvi til at seta spurningar.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði í samrøðu við Kringvarpið í dag, at hann á fundinum í Tindhólmi kunnaði grønlendska formanninum fyri Naalakkersuisut, og danska statsministaranum um føroysku ynskini um víðkaðar heimildir á uttanríkispolitiska økinum.
- Vit koma nærri inn á hetta á fundinum í morgin, og tá fáa vit at síggja og hoyra, hvat tey siga um hesi ynski frá danskari og grønlendskari síðu, segði løgmaður, sum legði afturat, at allir flokkarnir í Føroyum eru samdir um hvørjar heimildir tað er, vit hava tørv á, meðan tað er ein av flokkunum – Sambandsflokkurin – sum ikki er samdur við hinum flokkunum í, hvussu vit fáa hesi ynski uppfylt.
Tíðindafundurin í morgin verður í Stokkastovuni í Tinganesi kl. 15.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald