Innanlands

Ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum í Føroyum

Høgar kvinnur og høgir menn koma til Føroya í aðru viku

Millum annað kemur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, til Føroya í aðru viku (Mynd: Sverri Egholm)

Millum annað kemur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, til Føroya í aðru viku (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-06 16:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mánadagin 16. juni og týsdagin 17. juni verða ávikavist ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum. Londini skiftast um at vera vertir fyri fundunum, og hesa ferð verða teir hildnir í Føroyum. 

Um ársskiftið yvirtóku Føroyar formansskapin í samstarvsráðnum.

- Tað hevur týdning, at londini møtast regluliga á ráðharrastigi. Vit arbeiða saman á fleiri økjum, ikki minst nú trygdarpolitiska støðan í heiminum er broytt. Haraftrat skulu vit eisini tosa um ríkisrættarligu viðurskiftini millum londini. Sum áður sagt, so arbeiða vit miðvíst eftir, at Føroyar fáa størri uttanríkispolitiskar heimildir, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Á ríkisfundinum luttaka løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og formaðurin fyri Naalakkersuisut, Jens-Frederik Nielsen. Á fundinum fara tey trý at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í londunum.

Síðani verður fundur í samstarvsráðnum dagin eftir. Á fundinum skulu londini millum annað umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna.

Hesi luttaka á fundinum í samstarvsráðnum

Føroyar
Aksel V. Johannesen, løgmaður
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum

Danmark
Mette Frederiksen, forsætisráðharri
Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri
Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri

Grønland
Jens-Frederik Nielsen, formaður fyri Naalakkersuisut
Múte B. Egede, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkis- og granskingarmálum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder