Ríkisveitingin úr Danmark er tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.
Erling Eidesgaard, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum ein grein 52 fyrispurning um ríkisveitingina.
Hann vildi vita, hvussu stór árliga ríkisveitingin hevur verið gjøgnum árini frá 1988, og hvussu stórar árligu inntøkurnar hjá almenna geiranum hava verið sama tíðarskeið og hvussu stórur partur av hesum ríkisveitingin hevur verið.
Eisini vildi hann vita, hvussu stór árliga bruttotjóðarúrtøkan hevur verið frá 1988, og hvussu stórur partur av hesum ríkisveitingin hevur verið.
Ruth Vang vísir til eina talvu við tølunum frá 1988 til og við 2025. Hon vísir, at ríkisveitingin í dag bara er tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, sum í ár er 28,4 milliardir. Tá tað var uppá tað mesta í kreppuárunum í 90'unum, var hon 17,1 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.
Í prosentum fyri inntøkur hjá almenna geiranum, var ríkisveitingin 3,9 prosent í 2024. Tølini fyri 2025 eru ikki tøk enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald