Uttanlands

Ríkmaður kemur til Danmarkar at gjalda niqab-bót

Rachid Nekkaz ætlar sær at gjalda bøturnar, sum eru givnar fyri at bróta maskuforboðið, hvønn mánað

Ríkmaðurin byrjaði at gjalda fyri bøtur hjá muslimskum kvinnum í 2010, tá ið Frakland samtykti burkaforboð (Mynd: Uffe Weng)

Ríkmaðurin byrjaði at gjalda fyri bøtur hjá muslimskum kvinnum í 2010, tá ið Frakland samtykti burkaforboð (Mynd: Uffe Weng)

2018-08-07 07:58 Author image
Oda Strøm
placeholder

Leygardagin fekk ein 29 ára gomul muslimsk kvinna fyri fyrstu ferð bót í Danmark upp á 1000 krónur fyri at bróta nýggju lógina, sum bannar fólki at fjala andlitið, skriva danskir miðlar.

Maskuforboðið varð sett í gildi 1. august, og bótin kann hækka upp í 10.000 kr, um sami persónur meir enn fýra ferðir ikki fylgir lóggávuni. 

Bótin verður tó goldin av franska-algeriska ríkmanninum Rachid Nekkaz sambært einum video á Facebook, sum varð lagt út hósdagin í farnu viku. 

- Eg verði í Keypmannahavn 11. september fyri at gjalda allar bøturnar, og tað fari eg hereftir at gera hvønn mánað, tí hóast eg sjálvur eri ímóti niqab, so fari eg altíð at verja frælsisrættindi kring heimin. Frælsi til at vera í niqab, og eisini frælsi til ikki at vera í hijab, váttaði Rachid Nekkaz fyri danska blaðnum Berlingske Tidende.

Ríkmaðurin hevur longu goldið fyri líknandi bøtur í londum so sum Fraklandi, Týsklandi, Sveis og Belgia, har maskubannið hevur verið til í longri tíð. 

- Sum mannarættindaaktivist frá Algeria havi eg rætt til at hjálpa øllum heimsins kvinnum, sum sjálvbodnar ynskja at ganga í niqab. Tað er ein spurningur um frælsi og virðing fyri borgararættindum, segði Rachid Nekkaz á tíðindafundi uttanfyri Christianborg í mars mánað, tá ið lógin júst varð samtykt. 

Sambært Rachid Nekkaz sjálvum hevur hann goldið bøtur fyri fleiri milliónir krónur.

- Eg havi goldið 1538 bøtur, segði ríkmaðurin á tíðindafundi uttanfyri Christianborg í mars.

- Eg havi einki mark fyri, hvussu nógvar bøtur, eg fari at gjalda. Einki mark er fyri frælsi, segði Rachid Nekkaz.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder