Innanlands

Rímiligur lønarvøkstur og framtíðartryggjan av felagnum

Starvsmannafelagið fór til samráðingar undir herrópinum ”Rætt og rímiligt”. Nú samráðingarnar endaðu við seming, metir nevndin, at limirnir eru best tæntir við at vit taka undir við semingsuppskotinum

Partarnir gjørdist samdir fyrr í dag

Partarnir gjørdist samdir fyrr í dag

2020-01-30 14:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Farið varð til samráðingar við tveimum høvuðsmálum:

Annað var, at bulurin í felagnum, skrivstovufólk og onnur, sum teljast millum tey lægri miðalløntu í samfelagnum, skuldu hava ein munandi lønarvøkstur.

Hitt málið var at fáa ein bachelorstiga í sáttmálan, so okkara bachelorar verða javnsettur við aðrar bachelorar í samfelagnum. Tí tað er onki B-lið fyri bachelorar.

Semingsuppskotið fevnir um tvey ár. Fyrra árið er í krónum og seinna í prosentum. Tilsamans gevur hetta ein lønarvøkstur á áleið 5,2 prosent yvir tvey ár.

Nevndin er væl nøgd við úrslitið fyrra árið, har limir á lønarstigi 1-21 fáa ein lønarvøkstur á uml. 800 kr. mánaðarliga, meðan stigini 22-50 fáa ein lønarvøkstur á uml. 600 kr. mánaðarliga.

Seinna árið er lønarvøksturin 2,25 prosent. Hetta metir nevndin vera í lægra lagi, men ásannar tó, at tað er ein fyrimunur at fáa krónuvøksturin fyrra árið, so lægri lønarflokkarnir fáa lutfalsliga meira seinna árið, har prosentvøksturin er.

Ítøkliga gevur úrslitið stóra hópin av skrivstovufólkum í lægru flokkunum ein lønarvøkstur á omanfyri 6 prosent yvir tvey ár. Sostatt er talan bæði um ein rættan og rímiligan reallønarvøkstur fyri hendan bólk, við tað, at prístalið hevur ligið um null í miðal seinastu mongu árini. Og hetta úrslitið varð vallað frægari, um nevndin hevði vrakað semingsuppskotið.

Harumframt fegnast nevndin um, at tað loksins eydnaðist at fáa ein bachelorstiga, sum Starvsmannafelagið hevur stríðst fyri í áravís. Hetta ger, at limir við miðallongum útbúgvingum eisini framyvir rúmast í felagnum og ikki ”útbúgva seg úr felagnum”. Hetta fer upp á sikt eisini at lata upp fyri, at aðrir limir kunnu fáa hægri løn, og at loftið, sum hevur tarnað framgongdini er burtur. Talan er sostatt um eina týðandi framtíðartrygging av felagnum.

Eisini fegnast nevndin um, at partarnir í avtaluni hava bundið seg til at smíðja eina nýggja lønartalvu. Hetta arbeiðið eigur at fara í gongd beint eftir aðalfund felagsins hin 7. mars.  

Sostatt meta vit samanumtikið, at úrslitið bæði er rætt og rímiligt.

Starvsmannafelagið


Semingsuppskotið góðkent

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder