2019-06-23 21:32
Grindin, sum fyrr í kvøld varð funnin í Hestfirði er enn ikki hildin til, og tað verður ein løta áðrenn teir koma á Leynasand. Fleiri bátar eru hjá grindini, er farin framvið Norðradali.
Finnbogi Midjord, sýslumaður, upplýsti fyrr í kvøld, at talan er um eina lítla grind. Eini 20 hvalir, og hon verður møguliga merkt.
Nakað av fólki eru í Leynum og bíða eftir grindini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald