2026-01-07 15:09
Tað hevur kavað illa seinastu tímarnar, og um alt landið eru koyrilíkindini vánalig.
Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, segði fyri útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya fyri løtu síðani, at tað eru vánalig koyrilíkindi um alt landið. Serliga á Sandoynni eru koyrilíkindini vánalig, segði hann.
Fyrr í dag vóru trupulleikar við ferðsluni um Gøtueiði, tí at ein lastbilur við viðfestivogni stóð fastur. Hetta er nú loyst, men økisleiðarin hjá Landsverki ræður fólki frá at fara upp í hæddirnar við bili í dag, um bilurin ikki er væl skøddur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald