Innanlands

Ring koyrilíkindi í morgun

Landsverk boðar í morgun m.a. frá, at tað er ikki koyrandi millum bygdirnar í Suðuroynni. Tað er ikki koyrandi til eysturbygdirnar á Sandoynni. Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum. Og tað er heldur ikki koyrandi á Oyndarfjarðarvegnum, Selatraðarvegnum, Gjáarvegnum, Elduvíkavegnum og Saksunarvegnum

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2023-03-13 07:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun er framvegis hált um alt landið, og tað er nógv jarðrok.

Landsverk boðar frá, at tað er ikki koyrandi millum bygdirnar í Suðuroynni. Tað er ikki koyrandi til eysturbygdirnar á Sandoynni. Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum. Og tað er heldur ikki koyrandi á Oyndarfjarðarvegnum, Selatraðarvegnum, Gjáarvegnum, Elduvíkavegnum og Saksunarvegnum.

Tað er bara eitt spor grivið millum Hvannasund og Viðareiði, og tað er koyrandi millum Klaksvík og Havnina, umvegis eysturoyartunnulin. Og tað er koyrandi millum Havnina og Vágar. Tað er koyrandi umvegis Sundalagið, men har er jarðrok kann vera eitt spor í støðum, eru boðini frá Landsverki í morgun.

Tað er koyrandi umvegis Sundalagið, men har er jarðrok kann vera eitt spor í støðum.

Sí koyrilíkindi hjá Landsverki her.

Dagførd kl. 7.23

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder