2023-03-12 09:15

Tað er framvegis hált um alt landið, og Landsverk boðar frá, at tað er serliga í Suðuroynni, at koyrilíkindini eru ring, og er nógv jarðrok í ælunum.
– Tað eru ring koyrilíkindi millum Porkeri og Hov og á Fámjinsvegnum. Tað er koyrandi til allar bygdir á Sandoynni, uttan til Skarvanes, men tað er nógv jarðrok í ælun og vánalig koyrilíkindir í Sandslíð, skrivar Landsverk í morgun.
Landsverk sigur, at roknast eisini kann við hálku m.a. á Dalavegnum til Viðareiðis, Gjáarskarði, Tjørnuvíkarvegnum, Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð og við Velbastaðháls. Sí koyrilíkindini hjá Landsverki her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald