Innanlands

Ringasti vindurin hevur verið

Vindurin fer at minka næstu tímarnar, men ikki serliga nógv, sigur Hanus Kjølbro

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-12-31 20:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur í dag og í kvøld, men tað ringasta hevur verið. Tað sigur veðurmaðurin hjá Norðlýsinum, Hanus Kjølbro.

Økið við tí ringa veðrinum er farið eystur um Føroyar. Tann ringasti vindurin hevur verið. Tó er ymiskt, hvussu ættirnar fara við sær kring landið, sigur Hanus Kjølbro í nýggjastu forsøgnini á nordlysid.fo.

Hann sigur, at næstu tímarnar fer vindurin at minka, men ikki serliga nógv.

Sum tað sær út í løtuni verða 15 til 20 m/s ella 18 til 23 m/s á midnátt - alt eftir hvar tú ert.

Les alla forsøgnina í Norðlýsinum her

Fylg veðrinum á Portalinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder