
Nakað eftir klokkan hálvgun fýra seinnapartin byrjaðu fyrstu fráboðaninar at koma um, at Facebook, Instagram og Messenger ikki vóru tøkar hjá brúkarum kring heimin.
Talan er um nakrar av heimsins størstu og mest brúktu tænastum á netinum, og í meira enn seks tímar vóru tær ikki tøkar.
Fyri løtu síðani byrjaðu Facebook og Instagram at rakna við aftur, og tykjast nú at rigga aftur hjá teimum flestu.
Tað eru ikki nógvir upplýsingar at fáa um óvanliga stóra krassjið hjá KT-risanum
Tekniski stjórin hjá Facebook bað fyrr í kvøld á Twitter um umbering. Hann segði tá, at tey høvdu trupulleikar við kervinum, og at starvsfólk vóru í holt við at fáa alt í rætt lag aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald