placeholder
Innanlands

Rískøkur verða kallaðar aftur

Ov nógv óorganiskt arsen er í rískøkunum

2019-06-11 13:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Midsona Danmark A/S afturkallar 2 sløg av Urtekram rískøkum. Fødevarestyrelsen í Danmark hevur í kanning staðfest at innihaldi av óorganiskum arsen er omanfyi markvirði.

Vøran, sum verður kallað, er hendan: 

Riskager med Salt
Best fyri: 18/11/2019
EAN strikukotu nr.: 5701058002415

Urtekram Riskager med Quinoa
Best fyri: 11/12/2019 og 12/12/2019
EAN strikukotu nr.: 5701058002361

Vøran er seld í føroyskum handlum.

Orsøkin til at vøran verður kallað aftur er, at Fødevarestyrelsen í Danmark hevur í kanningum ávíst, at innihaldið av óorganiskum arseni i rískøkunum er omanfyri greinsuvirði.

Óorganiskt arsen er heilsuliga váðafult og samlaða áti eigur tí at vera avmarka.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir til, at tey sum hava hesa vøru lata hana inn aftur haðani hon er keypt ella beina vøruna burtur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder