Avlýsingarnar hjá norðurlendska flogfelagnum SAS hava verið nógvar á Føroyarutuni seinastu tíðina. So seint sum í dag fekk eitt flogfar hjá SAS ikki lent í Vágum, og setti kósina móti Keypmannahavn aftur.
Men hetta fer væntandi at verða betri skjótt. SAS hevur nú fingið innflúgvingartøkina RNP góðkenda, og kann nú kappast á jøvnum føti við Atlantsflog. Tað visti Dagur & vika í kvøld.
SAS væntar at ferðafólk á Føroyarutuni fáa ágóðan av RNP-tøknini um ein mánað. Hetta er útgerð, sum Atlantic Airways hevur havt í nøkur ár, og tøknin ger, at flogførini kunnu lenda í nógv verri líkindum enn áður.
- Vit ynskja at flúgva nógv á Føroyar og kanska meira um tað er tørvur á tí, segði Mariam Skovfoged, kunningarfólk hjá SAS við Dag & viku í kvøld.
SAS byrjaði regluliga flúgving á Føroyar í mars 2017.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald