Innanlands

Rokna við at fleiri ferðafólk fara at dvølja í Føroyum

Føroyar kunnu gerast ein ’stop over destination’ tá flogsamband verður við New York

(Mynd: Atlantsflog)

(Mynd: Atlantsflog)

2019-04-26 08:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kunnu Føroyar gerast ein nýggj sokallað ’stop over destination’ eins og Ísland er vorðin hjá amerikanarum, sum ferðast til Evropa?

Hesum verður nú spekulerað í, nú tað gerst alsama meira greitt, at Atlantsflog hevur ætlanir um beinleiðis flogsamband við New York.

Tað er enski netmiðilin simpleflying.com, sum spekulerar í hesum eftir at miðilin í gjár fortaldi um ætlanirnar hjá føroyska flogfelagnum, sum í ársfrásøgn síni hevur greitt alment frá ætlanunum um at fara undir regluliga flúgving til New York.

Miðilin greiðir frá, hvussu tað hevur eydnast Íslandi at fáa eitt ovurstórt tal av ferðafólkum at brúka høvið til at støðga á í Íslandi í nakrar dagar so hvørt sum tænastan at flúgva millum Norðuramerika og Evropa umvegis Keflavík í Íslandi er ment.

Simple Flying heldur, at tá Atlantsflog fær nýggja Airbus A320neo flogfarið, so kann væl vera, at nógv fara at nýta høvið til at støðga á í Føroyum nakrar dagar á ferðini yvir um Atlantshav. Tí fyri amerikanarar annars er ikki so lætt at koma til Føroya.

Tað, at Atlantsflog í summar eisini kann bjóða víðari samband til Paris umframt verandi ferðamálini Aalborg, Barcelona, Edinburgh, Bergen, Reykjavík, Mallorca og Gran Canaria verður mett at økja um møguleikan at lokka ferðafólk til og úr New York til Føroya. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder