Innanlands

Roknaðu um kapp á Fløtum

Finalan í Støddfrøðikappingini Pangea 2026 var hósdagin hildin á Skálanum á Fløtum

2026-03-28 19:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin var finalan í Støddfrøðikappingini Pangea 2026 hildin í høllini á Skúlanum á Fløtum.

Kappingin byrjaði við undanumfari í januar á skúlunum kring landið, og 1934 næmingar úr 3. til 9. flokk vóru tilmeldað í ár. 70 teirra, t.e. 10 úr hvørjum floksstigi komu víðari til 2. umfar, sum varð hildið í Eysturskúlanum í februar mánaði.

Av hesum komu fimm luttakarar úr hvørjum floksstigi víðari til finaluna, sum varð hildin hósdagin 26. mars.

Spenningurin var stórur til finaluna, og luttakararnir hava ídnir roknað gamlar uppgávur sum venjing til finaluna. Tey flestu høvdu familju ella vinir við, og eisini tey hjástøddu kundu royna uppgávurnar, ímeðan finalan var í gongd.

Við nøkrum næmingum kom bæði lærarin og flokkurin við, og fingu tey øll ein góðan flokstúr til Havnar.

Aðalskrivarin í Barnabata, Hedvig Johansdóttir helt røðu og handaði steypini til vinnararnar.

Vinnararnir vóru:

3. flokkur: Diana Bárðardóttir Jacobsen, Glyvra Skúli

4. flokkur: Nói Jónasson Zachariasson, Vestmanna Skúli

5. flokkur: Lisa J. Xin, Sankta Frans skúli

6. flokkur: Nóel Berglind, Sankta Frans Skúli

7. flokkur: Liljan Mouritsen, Eysturskúlin

8. flokkur: Sámal Isfeldt Nesá, Skúlin á Fløtum

9. flokkur: Ioana Ecaterina Mindru, Skúlin á Fløtum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder