Í sambandi við mentanarnáttina verður roksut gonga á trappuni í Vágsbotni. Talan er um sokallaða "Silly walk"-gongu, ið kemur frá skemtileikinum hjá leikarabólkinum Monthy Python.
Monthy Python er ein kendur leikarabólkur, ið serliga gjørdi um seg í 70'unum. Kendir skemtarir sum John Clesse og Michael Palin vóru við í bólkinum frá byrjan, og ímillum eina av kendastu skemtileikum er "Ministry of Silly Walks" ella "Landsstýri við roksuttari gongu". Skemtileikurin kann síggjast niðanfyri.
Í Føroyum eru tað Fía Lindenskov og Súsanna Husgaard Niclasen, sum skipa fyri gonguni, men øll eru bjóðaði oman at vísa sína roksutta gongulag. Havnar Hornorkestur fer at spæla undir, tá fólk sýna síni gongulag.
Til ber at hoyra útvarpssamrøðu við føroysku fyriteikararnir her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald