2025-04-13 11:54

Ronja og Bolstad verða at síggja í finaluni í Sement 26. apríl. Tað er greitt eftir næsta umfar í tónleikakappingini í Reinsarínum í gjárkvøldið.
Átta bólkar luttóku í umfarinum í gjár; hinir seks bólkarnir vóruMagnus King, Rúna Vang Kjærbo, Nafro, Julian Slick, SPÓK og Sigmunda.
Um Ronju segði dómsnevndin m.a. at bólkurin hevði "eitt sterkt konsept, feitar sangir, góðar tekstir, gott kór, og fantastiska rødd".
Bolstad hevði, sambært dómsnevndini "góðar tekstir, feita útstráling, og feitt konsept".
Í fyrsta umfari av Sement vóru tað bólkarnir Jarhzé og Ókendir, sum komu víðari til finaluna. Triðja umfar verður á skránni næsta leygarkvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald