Rørslumánaðurin í Vestmanna kommunu varð skotin í gongd í gjár við yoga og flogbólti og heldur fram við tiltøkum allan mai.
Talan er um eitt heilsuátak fyri øll. Allan mánaðin verða tiltøk á skránni, sum stuðla undir heilsuna hjá borgarum í Vestmanna. Skráin verður fjølbroytt við tilboðum fyri allar aldursbólkar, skrivar vestmanna.fo
Hetta er triðja árið á rað, at skipað verður fyri rørslumánaðinum, ið hevur fingið heitið Rørslureikan. Rørslureikan er eitt átak, sum hevur til endamáls at stuðla undir heilsuna og trivnaðin hjá vestmenningum.
Tað er Sára Jógvansdóttir ið stendur fyri Rørslureikan. Vestmanna Kommuna stuðlar átakinum við kørmum og mentanarstuðli, skrivar Vestmanna kommuna.
Gongutúrar og bóltspøl eru millum tiltøkini hendan mánaðin, og talan er í stóran mun um ókeypis tiltøk í Vestmanna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald